
- Tað kom rættiliga óvart á okkum, at tað gjørdist hatta málið, sum feldi landsstýrismannin hjá okkum. Vit høvdu fyrireikað okkum upp á, at tað fór at koma eitt misálit á hann vegna útsøgn hansara í valsendingini undan fólkatingsvalinum.
Soleiðis sigur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, í stuttari viðmerking til tað, sum er hent í morgun.
Enn hevur Miðflokkurin ikki tikið avgerð um sína støðu í samgonguni. Tað hendir ikki fyrr enn seinnapartin.
Tað verður á einum fundi í floksstjórnini hjá Miðflokkinum. Og teir báðir tingmenninir hjá flokkinum, Bill Justinussen og Steffan Klein Poulsen, hava onga ávirkan á ta avgerðina, tí teir eru ikki partur av floksstjórnini.
Teir fara tí – væntandi – at luttaka á tingfundinum í dag, tá hann verður settur, sum vanligt.
Rani Skaalum er formaður í floksstjórnini, meðan Jenis av Rana er peningarøkil. Hinir limirnir í floksstjórnini er sonur Jenisar, Dánjal av Rana, skrivari, Rósa Tyril Gaardlykke, Fimmbogi Poulsen, Leif Høj og Aksel K. Berg, sum umboðar ungdómsfelagið Ung fyri Miðflokkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald