Mentan

Florian Schneider, annar av Kraftwerk-stovnarunum, deyður

Stílskapandi týski elektro-tónleikarin doyði av krabbameini í dag

Florian Schneider (Mynd: Visualhunt)

Florian Schneider (Mynd: Visualhunt)

2020-05-06 20:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Florian Schneider, annar av stovnarunum av stílskapandi týska orkestrinum, Kraftwerk, doyði í dag 73 ára gamal.

Hin stovnarin av Kraftwerk, Ralf Hütter, váttaði hesum tíðindum í dag: ”Tað harmar meg, at vinurin og felagin í fleiri áratíggjur, Florian Schneider, doyði orsaka av krabbasjúku, bert fáar dagar eftir hansara 73 ára føðingardag”.

Schneider stovnaði bólkin og margmiðlaprojektið Kraftwerk saman við Hütter í 1970. Teir vóru stílskapandi við sínum elektroniska tónleiki, ofta við instrumentum teir sjálvir bygdu. Ein fyrimynd fyri fleiri ættarlið av tónleikarum innan hip-hop, synthpop og rokk, skrivar Billboard.

Eitt nú var Schneider stóra fyrimyndin hjá David Bowie, sála, tá hann í 1977 gav út plátuna ”Heroes” – eitt av løgunum á plátuni var uppkallað eftir honum, ”V-2 Schneider”.

Schneider, sum spældi syntesizara, vocoder, floytu, saxofon og sang, fór úr Kraftwert í 2008. Meðan hann var partur av Kraftwerk góvu teir út 10 studioupptøkur, teirra millum nógv róstu ”Autobahn” frá 1974.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder