Mánadagin, meira enn ein mánað eftir, at ein íbúðarbygningur í Surfside nærindis Miami í Florida rapaði, er endaliga deyðstalið uppgjørt, og seinasta ofrið er eyðmerkt.
Tilsamans 98 fólk vórðu funnin deyð í leivdunum av bygninginum. Tann seinasta var 54 ára gamla Estelle Hadaya.
Sambært New York Times er talan um ein av deyðiligastu bygningsfeilunum í amerikanskari søgu.
Tað var fríggjadagin, at sløkkiliðið í Miami gavst at leita eftir fleiri deyðum í leivdunum, men arbeiðið hjá løgregluni og rættarlæknunum við at eyðkenna ofrini helt fram.
Tað var 24. juni, at ein partur íbúðarbygningurin við 12 hæddum rapaði, og 7. juli høvdu myndugleikarnir mist vónina um at finna nakran á lívi, og byrjað varð síðani at leita eftir deyðum.
Ein 15 ára gamal drongur varð bjargaður úr bygninginum saman við mammuni, sum seinni andaðist á sjúkrahúsinum fáar tímar eftir, at vanlukkan hendi. Annars varð eingin annar funnin á lívi.
Sambært Ritzau er enn ikki greitt, hvat orsøkin var til, at bygningurin rapaði. Tó hevur verið víst á eina frágreiðing frá 2018, sum ávaraði um bygnaðarfeilir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald