Restin av íbúðarbygninginum, sum rapaði í Surfside nærindis Miami í farnu viku, verður helst tikin niður í dag, sigur Raide Jadallah, átaksleiðarin í býnum.
Orsøkin er, at tey stúra fyri, at restin av bygninginum kann rapa og harvið seta bjargingarfólkini í vanda og gera tað enn meira trupult at leita eftir fólki í leivdunum.
Guvernørurin í Florida, Ron DeSantis váttar, at ætlanin er at taka bygningin niður. Ein ódn er ávegis til Florida, og stúra tey tí fyri trygdini.
– Vit hava ein bygning her í Surfside, sum er óstøðugur og veikur. At taka bygningin niður fer at bjarga bjargingarfólkunum, sigur hann.
Sambært ABC News varð avtala um at taka bygningin niður undirskrivað í gjárkvøldið, og verður nú gjørt klárt til at taka bygningin niður, og tí er ein fyribils steðgur í bjargingararbeiðinum.
Seinnapartin í gjár vórðu tvey lík funnin í leivdunum av bygninginum, og samlaða talið á andlátum er nú komið upp á 24. 124 fólk eru enn ikki komin afturíaftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald