
Í gjár fann Megan Keppie úr Gulberwick í Hetlandi ein fløskupost á sandinum.
Dagfestingin á brævinum var 17. januar 2000, og hon varð noydd at leita sær hjálp á Facebook fyri at týða tað, sum stóð, tí fløskuposturin kom úr Klaksvík.
Brævið var frá Finn Johannesen og KFUM & KFUK skótunum í Klaksvík, ið sendu tað út fyri 21 árum síðani.
Miðilin Shetland News skrivar, at Megan Keppie fann fram til skótarnar á Facebook og setti seg í sambandi við teir, og hjálptu teir henni við at fáa samband við Finn, sum ikki býr í Klaksvík longur.
Megan Keppie sigur við Shetland News, at hon vanliga ongantíð gevur fløskum ans, tá tær skola upp á sandin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald