Mentan

Flótandi tónar á Sørvágsfirði

Sum nakað nýtt verður skipað fyri Flótandi tónum á Sørvágsfirði týsdagin 2. juli við ávikavist Jóan Jakku og Sámal Ravnsfjall úr Vágaverki og Marius Ziska. Báðar konsertirnar verða umborð á Westward Ho, og gestirnir fáa súpan og okkurt søtt til góman omaná

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2024-06-01 19:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

– Hevur tú nakrantíð verið í søguligum umhvørvi mitt í náttúruni, meðan tú hoyrir tónar frá nøkrum av teimum bestu, sum føroyski tónleikapallurin hevur at bjóða?

Soleiðis skriva fyriskiparar í Seatravel handan Flótandi tónar, tá greitt verður frá konsertunum, sum verða umborð á 140 ára gomlu sluppini Westward Ho, meðan siglt verður á Sørvágsfirði út til Tindhólm og Drangarnar.

Tað verða tveir ymiskir túrar hendan dagin. Ein túrur fer av Sørvági kl. 16 við Jóan Jakku og Sámal Ravnsfjall úr Vágaverki umborð. Teir fara at spæla kendu sangirnar, sum fólk kenna frá Vágaverki, og sum plaga at leggja upp til felagssang. Næsti túrurin verður kl. 19, og tá er tað Marius Ziska, sum fer at framføra síni inniligu løg.
Afturat tí verður staðkendur vertur, umborð.

– Verturin fer at svara teimum spurningum, sum fólk kunnu hava um økið, eitt nú um Tindhólm, Drangarnar, Múlafoss, Bø ella annað, sum til ber at síggja á túrinum, og hann kennir eisini nógvar stuttligar søgur, greiða fyriskipararnir frá

– So fólk kunnu bæði hoyra góðan tónleik og fáa nærri kunning um økið, eru tey áhugaði í tí.

Fólk nýtast ikki at vera svong umborð, tí borðreitt verður við leskiligari fiskasúpan við onkrum søtum omaná, sum er matgjørt av lokalum kreftum.

Túrarnir vara í mesta lagi tveir tímar, og siglt verður einans í Sørvágsfirði,

– Sørvágsfjørður er sera veðurgóður, og tí eru túrarnir hóskandi til tey, sum ikki eru so stinn á sjónum, siga fyriskiparnarnir, og leggja afturat, at Flótandi tónar er ein serstøk uppliving har allir sansirnir verða stimbraðir.

Til ber at lesa meira um konsertirnar og at keypa atgongumerki á seatravel.fo/tours

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder