Mentan

Flótandi tónar seta segl týsdagin

Nýggja tiltakið, Flótandi tónar, við konsertupplivingum á sluppini Westward Ho vera á Sørvágsfirði 2. og 3. juli – Á skránni verða framførslur við Marius Ziska, Vágaverk, Kristina Bærendsen og Lena Anderssen

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-07-01 08:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýggja tiltakið, Flótandi tónar, við konsertupplivingum á sluppini Westward Ho vera á Sørvágsfirði 2. og 3. juli og fyriskipararnir bjóða eitt fjølbroytt úrval av føroyskum tónleiki.

Afturat tónleiki verður staðkendur vertur umborð, og borðreitt verður við leskiligari fiskasúpan, onkrum søtum omaná og leskandi dropum.

Meðan Tindhólmur og Drangarnir vísa seg í flottasta skrúð, fara hesi at framføra báðar dagarnar:

2. juli:
kl. 13 og kl. 19 er tað Marius Ziska við sínum inniligum sangum og kveikjandi rødd, sum fer at framføra umborð

Kl.16 er tað Vágaverk við Jóan Jakku og Sámal Ravsfjall, sum fer at ríka upplivingina við teirra fangandi løgum.

3. juli:
kl. 13 og kl. 16 framførir Kristina Bærendsen við síni ótrúligu rødd og nærverandi framførslum

kl.19 er tað Lena Anderssen, sum fer at framføra sínar vælskrivaðu og hugtakandi sangir, ið altíð røkka hjartastreingirnar hjá áhoyrarunum.

Vegna stóra áhugan hava fyriskipararnir lagt eina eyka konsert við Kristinu Bærendsen 3. juli kl. 13:00.

Hesar konsertirnar eru ein gyltur møguleiki at njóta føroyskan tónleik á eini søguligari slupp, í einum hugnaligum og sera flottum umvhvørvi. Atgongumerki eru til taks á seatravel.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder