Erdogan sigur at talið kann væntast at koma uppá 25.000 til 30.000 komandi dagarnar.
Grikkaland sigur at landið, hevur steðga fleiri túsund flóttafólkum í, at ferðast ólógliga inn í landið frá Turkalandi. Í Grikkalandið hava mynduleikarnir í morgun nýtt táragass í royndini at steðga flóttafólkum frá at koma inní landið.
Avgerðin hjá Turkalandi um at loyva flóttafólkum at ferðast um markið, kemur eftir at 33 turkiskir hermenn lótu lív í einum ógvusligum álopi í Idlib í Sýria. Sýriska stjórnin hevur við stuðli frá Russlandi roynt at taka Idlib aftur frá uppreistrarbólkum, ið eru stuðlaðir av Turkalandi.
Tað eru 3,7 milliónir sýrisk flóttafólk í Turkalandi, umframt flóttafólk úr øðrum londum, eitt nú Afganistan. Turkaland hevur áður forða flóttafólkunum í at ferðast til Evropa, eftir at Turkaland og ES gjørdu eina avtalu um hetta í 2016.
Erdogan skuldsetur ES fyri ikki at halda avtaluna, og sigur at tað er orsøkin til at Trukaland loyvir flóttafólkunum at ferðast til Evropa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald