Upp móti 57 flóttafólk doyðu tá eitt skip úr Gambia sakk út fyri mauretansku strondini. Tað upplýsir altjóða felagsskapurin fyri migrasjón, IOM. Sambært Reuters hendi vanlukkan í nátt.
Talan er um flóttar, sum royna at rýma úr Vesturafrika til Evropa við at sleppa út á kanarisku oyggjarnar út fyri Vesturafrika. Vanlukkan í nátt er hin álvarsligasta síðani Spania í fjør fór undir hert eftirlit á hesum leiðum.
IOM skrivar á Twitter, at 57 fólk eru deyð, men upplýsir eisini, at felagsskapurin og flóttafólkafelagsskapurin hjá ST, UNHCR, veita hjálp til 83 flóttafólk, sum sluppu frá hendingini við lívinum.
Hesi hava upplýst, at skipið fór úr Gambia mikudagin í farnu viku við minst 150 fólkum umborð. Reuters sigur, at enn hava myndugleikarnir í Mauretania ikki sagt nakað um hendingina.
Hóast londini í Vesturafrika hava búskaparligan vøkstur í hesum tíðum, so stríðast londini framvegis við at skapa arbeiði til allan ungdómin í londunum. Tí eru tað framvegis nógv, sum fara út á vandamiklar ferðir, fyri at sleppa til Evropa.
Men talið av flóttum, sum fara yvir Miðjararhavið fyri at koma fram til Evropa er tó lækkað munandi seinastu árini. Tað vísir ein uppgerð, sum IOM í november gjørdi fyri dpa tíðindastovuna.
Frá januar til 24. november í ár eru 23.000 flóttafólk nádd fram til strendur Spania. Hetta er bert helmingurin av teimum, sum komu til Spania sama tíðarskeið í 2018, skrivar Ritzau.
Sambært IOM er orsøkin serliga betri samstarv við myndugleikarnar í Marokko.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald