Mentan

Flugt – animerað meistaraverk í Filmsfelagnum

Danski animeraði heimildarfilmurin, "Flugt", varð frumsýndur á Sundance Film Festival í ár, har hann vann World Cinema Grand Jury Prize, og síðani hevur hann vunnið fleiri aðrar virðislønir – Filmurin verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 7. juli

2021-07-03 16:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin 7. juli er danski animeraði heimildarfilmurin "Flugt" á skránni í Filmsfelagnum.

Nýskapandi og ummælararósti filmurin er um 36 ára gamal Amin, sum hevur góða útbúgving og er í tryggum starvi. Heimurin stendur ljósur og opin, men tá Kaspar, sum hann í mong ár hevur hildið saman við, skjýtur upp, at teir báðir skulu giftast, verður hann gripin av ótta.

Eingin kennir søguna hjá Amin. Skal hann tora at liva lívið fult út, so noyðist hann at gera upp við tað loyndarmál, ið Amin sum barn fekk boð um aldri at siga nøkrum. Í meir enn tjúgu ár hevur hann borið hetta loyndarmál.

Uppgerðin við fortíðina leiðir Amin aftur til eydnurík barnaár í 1980unum í Kabul í Afghanistan, har "Take on Me" hjá A-ha hoyrist í einum walkman og Jean Claude Van Damme hongur á vegginum í dreingjakamarinum. 

Men Amin verður eisini førdur inni í náðileysa borgarakríggið, sum avskeplar trygga og kærleiksfulla gerandisdagin, og verður ein vígvøllur, ið syndrar alt húskið, so einki er eftir. Kríggið sendir 11 ára gamla Amin á eina vandamikla ferð, sum varir í fimm ár, til hann einsamallur er komin til Danmarkar.

Leikstjórin, Jonas Poher Rasmussen, møtti Amin í 1990unum, tá hann kom til lítla vestursælandska býin, har Jonas búði.

Animeraði heimildarfilmurin, "Flugt", varð frumsýndur á Sundance Film Festival í ár, har hann vann World Cinema Grand Jury Prize. "Flugt" vann eisini Dragon Award sum besti norðurlendski heimildarfilmur á filmstevnuni í Göteborg í ár. Nýggjasta virðislønin er Annecy Film Festival í Suðurfraklandi, har filmurin vann høvuðsvirðislønina. IndieWire heldur í ummæli, at danski filmurin fer at fáa minst eina Oscarvirðisløn.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder