Innanlands

Flúgva til tíggju ymisk ferðamál í 2022

Flogið verður til Keypmannahavnar, Aalborg, Billund, Edinburgh, París, Oslo, Keflavíkar, Gran Canaria, Barcelona og Mallorka

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-10-14 10:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú gongd aftur er komin á flogferðsluna í Evropa, er Atlantic Airways klárt við einari spennandi ferðaætlan við heili 10 ferðmálum í 2022. Flogið verður til Keypmannahavnar, Aalborg, Billund, Edinburgh, París, Oslo, Keflavíkar, Gran Canaria, Barcelona og Mallorka.

Hesum boðar Atlantsflog frá í tíðindaskrivi.

Flogið verður til/úr Íslandi mánadagar og fríggjadagar alt árið, og longu frá páskum verður tað eisini møguligt at flúgva mikudagar.

Nýggja rutan beinleiðis úr Føroyum til norska høvuðsstaðin Oslo er í ferðaætlanini hvønn mikudag alt árið, og frá páskum flúgva vit eisini sunnudagar til og við 16. oktober 2022.

Flogið verður til Edinburgh hvønn mánadag og hósdag frá 7. apríl til 22. desember 2022. Flogið verður til/úr París hvønn mánadag og hósdag frá 12. mai til 17. okt. 2022.

Av stórum áhuga fyri at flúgva beinleiðis til Gran Canaria, er avgjørt at leingja flúgvingina. Flogið verður til/úr Gran Canaria frá 2. november til 15. februar 2022.

Næsta summar verður eisini aftur gjørligt at flúgva beinleiðis til vælumtóktu SÓL-ferðamálini Mallorka og Barcelona. Flogið verður til Barcelona hvønn týsdag frá 7. juni til 27. september 2022 og til Mallorka hvønn mikudag frá 22. juni til 17. august 2022. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder