Innanlands

Flúgva vestur um hav seinnapartin

Atlantsflog fer seinnapartin undir flúgving beinleiðis til milliónabýin New York

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-08-22 11:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í drúgva tíð hevur ætlanin verið at flúgva beinleiðis úr Føroyum til New York, og fyrr í ár vóru øll loyvi fingin uppá pláss. Seinnapartin verður fyrsta fráferðin úr Føroyum til Stewart International Airport.

Ætlanin var at gera sjey túrar vestur um hav til New York, men grundarlag hevur víst seg ikki at verið fyri hesum, og tí eru tveir teir seinastu túrarnir tiknir av skránni.

Stewart International Airport liggur nakað uttanfyri sjálvan býin, men busssamband er við í sambandi við komur og fráferðir hjá Atlantsflogi. Túrurin frá flogvøllinum til Manhattan tekur umleið 90 minuttir.

Flogferðin úr Føroyum til New York tekur umleið sjey tímar.

Eftir ætlan verður flúgvingin til New York tikin upp aftur á vári 2024.

New York fevnir um býarpartarnar Bronx, Brooklyn, Manhattan, Queens og Staten Islands búgva 8,8 milliónir fólk, og talan er um størsta bý í USA.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder