Uttanlands

Flutti 4000 kilometrar fyri eksdamuna

Bradley Cooper og Irina Shayk, sum fóru frá hvørjum øðrum í juni, vórðu samd um at flyta til New York, so tey bæði kunnu vera nær við dóttir teirra

Bradley Cooper og Irina Shayk (Mynd: EPA)

Bradley Cooper og Irina Shayk (Mynd: EPA)

2019-07-18 19:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

44 ára gamli Hollywood-sjónleikarin Bradley Cooper flytir nú langt burtur frá Hollywood.

Hann og fyrrverandi daman, modellin Irina Shayk, eru vorðin samd um at flyta til New York, sum liggur uml. 4000 kilometrar frá Hollywood.

Les eisini: Liðugt millum Bradley Cooper og Irina Shayk

Orsøkin er, at tey hava felags foreldramyndugleika yvir tvey ára gomlu dóttir teirra, Lea De Seine Shayke Cooper, og tey gjørdust samd um, at tey noyddust at búgva í sama býi, so dóttirin ikki noyðist at ferðast so nógv.

Bradley Cooper og Irina Shayk, ið vóru saman í fýra ár, hava ikki tosað so nógv um teirra parlag alment, og tí er ógreitt, hví tey valdu at fara frá hvørjum øðrum. Tí eru fólk sjálvi farin at gita.

Nógvar gitingar hava verið um, at tað var Lady Gaga, sum Bradley Cooper spældi saman við í filminum "A Star is Born", sum kom ímillum tey, skrivar B.T.

Bradley Cooper og Lady Gaga hava tó fleiri ferðir noktað, at nakað skuldi verið millum tey, og myndafólk hava heldur ikki fangað tey í tøttum sambandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder