Mentan

Flyglið komið í Varpið

Flyglið varð rullað inn og sett upp í Varpinum í dag

(Myndir: Dávur Winther)

(Myndir: Dávur Winther)

2024-09-16 16:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag kom Steinway flyglið, sum klaksvíkingar hava keypt til mentanarhúsið Varpið endiliga fram til heimstað sín.

Varðisliga varð hámetta ljóðførið rullað úr bingjuni og inn í nýggja mentanarhúsið, har Benjamin Gaasedal skipaði fyri at seta tað tað upp og saman, eitt nú at fáa beinini undir stóra og tunga ljóðførið.

At hjálpa sær hevði hann góðar menn at taka eina hond í, eitt nú leiðaran í mentanarhúsinum, Annfinn Heinesen, og eisini borgarstjóran í Klaksvík, Karl Johansen.

Flyglið er frá Sweinway & Sons og er av slagnum Spirio, ið merkir at tað hevur innbygt eina serliga tøkni, sum ger, ein kann hoyra tónleik á flyglinum, sum ein pianistur, ið er staddur aðra staðni í heiminum spælir, live.

Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu tók myndirnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder