Uttanlands

Flyta fólk av avstralskari ferðamannaoyggj

Tað er nú heitari í Avstralia, og serliga á Kangaroo Island eru trupulleikar

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-01-09 06:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Avstralsku myndugleikarnir sendu í nátt okkara tíð nýggjar ávaringar út um náttúrueldar, og aftur máttu fólk flytast burtur, nú ógvusligur hiti vendi aftur.

Eftir nakrar dagar við svalligum veðri kom hitin aftur upp um 40 hitastig í Suðuravstralia, og tað hevur ført til fleiri eldsbrunar.

Á ferðamannaoynni Kangaroo Island í sunnasta statinum South Australia, varð herurin settur inn fyri at flyta fólk burtur av oynni, skrivar avstralski miðilin Nine News.

Íbúgvarnir fingu frá herinum at vita, at tey høvdu fimm minuttir til at rýma úr heimum sínum. Um middagsleitið hósdagin gingu hermenn hur av hurð og bóðu fólk um at rýma.

Nærhendis býin Parndana miðskeiðis á oynni hava tey mist tamarhaldið á einum stórum eldsbruna, sum hevur kós móti býnum.

Í gjár var avstralski forsætisráðharrin, Scott Morrison, á vitjan á Kangaroo Islands, har skógareldar hava oyðilagt ein triðing av oynni. Sambært BBC, er eldurin orsøk til at 25.000 koalabjarnir á oynni eru deyðar.

Í stórum parti av statinum Victoria, har fleiri túsund fólk eru strandað við strendurnar orsaka av eldunum í farnu viku, hava myndugleikarnir longt undantaksstøðuna við 48 tímum og biðið fólk um at rýma.

Yvir 12.000 ferkilometrar av økinum er brent niður her.

Tilsamans hava 26 fólk latið lív í eldsbrununum og yvir 100.000 ferkilometrar eru brendir. Tað svarar til tað tvífalda av víddini á Danmark, skrivar Ritzau.

Forsætisráðharrin í Victoria, Daniel Andrews, letur illa at støðuni og utlitini fyri degnum í morgin eru vánalig.

- Vit hava aldri upplivað so nógvar eldsbrunar, so tíðliga á árinum, segði hann í dag við BBC.

2019 var heitasta og turrasta árið í Avstralia nakrantíð, upplýsti avstralska veðurstovan í tíðindaskrivi í dag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder