2020-06-23 11:57
Avbjóðingin at taka ímóti 500 ferðafólkum frá Norrønu, førdi til, at heilsustarvsfólk í dag máttu flúgvast til Seyðisfjarðar við tyrlu.
Tað skrivar Morgunblaðið í dag. Av teimum um 500 ferðafólkunum eru umleið 120 føroyingar, sum ikki nýtast at testast. Eftir eru 350 fólk, sum skulu kannast áðrenn tey sleppa í land, skrivar blaðið.
350 fólk er rættiliga nógv fleiri enn tey 80, sum vórðu kannað tá Norrøna kom til Seyðisfjarðar í síðstu viku, skrivar Morgunblaðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald