Innanlands

Flyta yvirtekur part av virkseminum hjá Høj

Høj Flutningur hevur selt vøruflutningin og tveir stórar bilar

Eliesar Fróði Høj, stjóri í Høj Flutningi, og Jógvan  Skorheim, stjóri í Flyta

Eliesar Fróði Høj, stjóri í Høj Flutningi, og Jógvan Skorheim, stjóri í Flyta

2022-08-11 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Flutningsfyritøkan Flyta í Klaksvík hevur keypt vøruflutningin frá felagnum Høj Flutningur á Strondum.

Í hesum sambandi hevur Flyta eisini keypt tveir av stóru lastbilunum hjá Høj, so fyritøkan framyvir kann bjóða fjølbrottari vøruflutning. Umframt bilar, eru eisini dugnalig starvsfólk, sum áður hava verið knýtt at Høj Flutningi, nú komin í arbeiða hjá Flyta, upplýsir Flyta í tíðindaskrivi.

- Vit eru glaðir fyri hetta keypið, sum gevur okkum nýggjar møguleikar, og gevur okkum møgleika at bjóða okkara kundum eina enn betri tænastu. At vit samstundis fáa dugnalig starvsfólk og vitan við, er eitt stórt pluss fyri okkum. Við tveimum bilum afturat, hava vit ymsikar støddir til ymisk endamál, og tað er avgjørt til gagn fyri kundar okkara, sigur Jógvan Skorheim, stjóri í Flyta.

Tað var í mars í fjør, at Flyta keypti tað, sum tá æt Klaksvíksleiðin, og síðani tá er fyritøkan alsamt vaksin.

Høj Flutningur heldur fram við lastbilaverkstaðinum á Strondum og hevur framhaldandi fleiri bilar til onnur endamál.

- Hetta var náttrúligt hjá okkum nú, hóast vit hava verið í júst hesari vinnuni í rættiliga nógv ár. Vit hava tó nógv annað virksemið eftir, eitt nú kranabilar, trailarar, lastbilaverkstað og Sandoyarleiðina, sigur Eliesar Fróði Høj, stjóri á Høj Flutningi.

Yvirtøkudagurin var mándagin 8. august.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder