Innanlands

Flytur til Tvøroyrar: - Tað kann gera tað sama, hvar eg búgvi

Tað sigur Sonne Smith, sum hevur búð í Havn í 40-45 ár. Nú flyta hann og konan Kára Gunna til Tvøroyrar at búgva. Tey hava keypt eini hús har – hvørki meira ella minni

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-29 08:42 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Kendi fjølmiðlamaðurin Sonne Smith flytur úr Havn til Tvøroyrar at búgva. Men Sonne, sum er suðuroyingur, bedýrar, at tað er konan, Kára Gunna, sum fann upp á tað.

- Vit høvdu tosað um tað onkuntíð, men uttan at gera álvara av tí. Ein dagin vísti Kára Gunna mær á eini hús á Tvøroyri, sum vóru til sølu og sum hon hevði gott eyga á, og eg svaraði henni: “Keyp hasi húsini og kom avstað!”, sigur Sonne, sum ikki er ókendur á Tvøroyri.

Sonne vaks m.a. upp á Tvøroyri, men tað var ikki har, ið vøggan stóð. Sonne er føddur í Vági í 1946, og har búði hann fyrstu sjey árini. Systkinaflokkurin var stórur – systkinini vóru heili 11 í tali. Tá ið Sonne var 7 ára gamal, flutti hann til Tvøroyrar at búgva – men ikki bara hann.

Bróðir Sonna, William, sáli, hevur í sendingini ‘‘Credo’’ 22. november 2015 greitt frá, at eina náttina (tá ið tann elsti var fluttur heiman) fór mamman við næstan øllum barnaflokkinum umborð á Smiril. Hon hevði tikið avgerð um at flyta til Trongisvágs einsamøll við børnunum – sjey í tali og eitt undir belti.

William greiddi frá, at pápin, sum hevði góð evnir og gott arbeiði, var alkoholikari og drakk í tørnum. Tá ið tað lagið var á honum, gjørdi hann nógv um seg, hóast hann ikki var harðligur.

Les alla samrøðuna við Sonna Smith ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder