Mentan

FMA flytur til Rúnavíkar

Í ár varð FMA hildið í Norðurlandahúsinum í Tórshavn, men tann 26. februar komandi ár flytur tiltakið til Løkshøll í Rúnavík..

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2026-09-19 13:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyriskipararnir av Faroese Music Awards (FMA) – Tónleikasamband Føroya, Kringvarp Føroya og Løkshøll – boða frá at næsta Faroese Music Awards verður hildið í Løkshøll í Rúnavík tann 26. februar 2027.

– Tónleikasamband Føroya ynskir, at FMA skal vera eitt tiltak, sum umboðar føroyska tónleikapallin um alt landið. Tí gleða vit okkum sera nógv at síggja, hvussu FMA fer at taka seg út í Løkshøll, og vit vænta okkum eitt heilt serligt kvøld í Runavík, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.

Tiltakið verður sent beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, so øll kunnu fylgja við, tá virðislønirnar verða latnar og bestu avrikini í føroyskum tónleiki verða heiðrað. Eins og undanfarin ár verða eisini ymiskar tónleikaframførslur á skránni.

Atgongumerki til FMA eru sett til sølu og kunnu keypast á loksholl.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder