Innanlands

FMA verður 9. mars

Tónleikasambandið skipar fyri fagnaðinum av føroyskum tónleiki saman við Kringvarpinum og Norðurlandahúsinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-12-19 22:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður leygarkvøldið 9. mars í Norðurlandahúsinum, at føroyskur tónleikur verður fagnaður.

Tá verður Faroese Music Awards 2024. Tónleikasamband Føroya skipar fyri tiltakinum, og Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið eru samstarvsfelagar.

Hetta er annað árið á rað at TSF skipar fyri FMA, og tey siga, at tey næsta ár fara at stremba eftir at hava eitt eins gott tiltak, sum í ár við livandi tónleiki og virðislønahandanum. Hvørji nøvnini verða, verður kunngjørt tíðliga í komandi ári. 

Tiltakið verður sent í beinleiðis sjónvarpssending hjá KVF, men tað er eisini gjørligt at ogna sær atgongumerki til tiltakið og verða til staðar, tá føroyskur tónleikur verður fagnaður saman við øllum Føroyum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder