Innanlands

FMA við fullum sali aftur

Leygardagin 12. mars verður Faroese Music Awards aftur á skránni - hesaferð meira sum vanligt og við átta einstaklingum/bólkum, sum framføra. Í morgin verður kunngjørt, hvørji eru í uppskoti til ymsu virðislønirnar

Til FMA í 2019, tá áhoyrarar seinast vóru til tiltakið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Til FMA í 2019, tá áhoyrarar seinast vóru til tiltakið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-03-02 15:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinstu tvey árini hevur stóra tónleikatiltakið, Faroese Music Awards, verið heldur øðrvísi í mun til undanfarin ár.

Í 2020 var tiltakið sent uttan áhoyrarar, og í fjør var talan um bandaða sjónvarpssending. 

Hetta var orsakað av koronustøðuni, men í ár verður FMA aftur við fullum sali, beinleiðis og við nøkrum av Føroya fremstu tónleikarum á palli

Heiðurslønirnar fyri tónlistaliga avrik seinasta árið verða latnar 
í Norðurlandahúsinum um tíggju dagar - leygarkvøldið 12. mars.

[object Object]
Mynd: FMA

Hesum boðar Kringvarpið frá í dag, og samstundis verður fráboðað, at átta tónleikabólkar og einstaklingar spæla á FMA í ár. Talan er um Eivør, Bjarka Hansen, EKA, Det Ferösche Compagnie, Knút, Fróða Bjarnason, TeenStreet-bólkin og Lenu Andersen

Í morgin, hósdagin 3. mars verður kunngjørt, hvørji eru í uppskoti í teimum ymsu flokkunum á FMA 2022. Tá fer eisini at bera til at atkvøða um Áhoyraravirðislønina á Sona-appini. Tað er virðisløn, sum fólkið velur burturav.

FMA verður víst beinleiðis í sjónvarpinum. Tónleikatiltakið var fyri fyrstu ferð í 2014.

Atgongumerki til tiltakið 12.mars fáast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder