Innanlands

FNU fær hundraðtúsund frá Betri

Í gjár lat Betri samtakið stóra adventsgávu til felagið, sum arbeiðir fyri at verja føroyska náttúru

Víkar (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

Víkar (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2021-11-29 13:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Betri boðaði í gjár, fyrsta sunnudag í advent, frá, at samtakið ynskir at geva FNU, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, 100.000 krónur til arbeiðið at verja føroysku náttúruna. 

Í FNU eru tey sera glað fyri adventsgávuna og viðurkenningina, sum fylgir við.  

FNU hevur síðan 1980 virkað til frama fyri náttúruna og umhvørvið og hevur javnan verið frammi og átalað, tá ið okkurt er farið fram, sum ikki hevur verið burðardygt ella har hædd ikki er tikin fyri náttúruni ella umhvørvinum.  

Gávan frá Betri kemur sera væl við og gevur møguleikar at fara undir verkætlanir, sum ikki vóru møguligar frammanundan. Eitt, sum kanska liggur fyrst fyri, er arbeiðið at fáa fleiri fólk í felagið.  

Í løtuni eru áleið 200 limir í FNU, sum eru heilt vanlig fólk og ikki serfrøðingar, men hava eina sannføring og alsk til náttúruna. Tá ið tú av fyrstani tíð fær eyguni upp fyri, hvussu gevandi náttúran í veruleikanum er, og hvussu nógv, vit kanska hava lyndi til at taka fyri givið, so veksur eisini hugurin at verja ta dýrabaru náttúruna, vit hava í Føroyum. Nógv nýggj gransking vísir á týdningin, sum náttúra hevur á trivnað og fólkaheilsu, og vit ynskja sum felag at verða røddin, sum bæði vísir á týdningin og gleðina av einum ríkum útilívið. 

- Vit vilja tí gera eitt tak fyri at verja hana. Eisini vilja vit ávirka soleiðis, at vinnulívið, kommunur, landsmyndugleikar og samfelagið sum heild menna seg burðardygt. Vit halda, at FNU hevur ein sera týdningarmiklan samfelagsligan leiklut sum millumlið millum vanlig fólk og myndugleikar og vinnulív, og vit eru ikki í iva um, at vit hava ein serligan týdning í mun til at føroyska samfelagið skal mennast burðardygt. 

FNU hevur stórar verkætlanir fyri framman. Eitt langtíðarmál, ið arbeitt verður við, er at vit í Føroyum áseta øki at vera náttúruparkir ella tjóðargarðar, ið sum minst, ella als ikki, skulu nertast av mannahond. Eisini verður arbeitt við einum “Náttúrufagnaði”, har ætlanin er at bjóða einstaklingum og øðrum náttúru- og umhvørvisfeløgum at koma saman og stimbra, kjakast og menna føroyska áhugan og alskin til náttúruna. 

Alt virksemið hjá FNU er grundað á sjálvbodnar eldsálir. Og tá ið so er er tað heilt natúrligt at virksemið ikki altíð er so støðugt og miðvíst, sum ynskiligt er. Men gávan frá Betri styrkir heilt vist um felagsskapin, nevndina og serskildar arbeiðsbólkar, ið arbeiða við málvísum átøkum, so sum átakið ”Veðurlagslóg nú!”.  

At stuðul hjálpir, hevur felagið ítøkiligt dømi um, tí við stuðli frá stórum donskum grunni, sum nevnist Aage V. Jensens naturfond, hevur tað síðani 2018 borið til hjá FNU, saman við Fuglafrøðifelagnum, at hava skrivstovu og parttíðar skrivara. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder