Innanlands

FNU: Náttúrumargfeldislóg og átøk sum minka um útlátið hava skund

Ein lóg um skerjing av vakstrarhúsútláti er neyðug, og náttúran hevur brúk fyri sterkari verju. Nýggi landsstýrismaðurin í umhvørvismálum Helgi Abrahamsen eigur komandi árini at seta umhvørvisavbjóðingar fremst á politisku dagsskránna

FNU var í dag á fundi í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, har ymiskt varð umrøtt við nýggja landsstýrismannin í umhvørvismálum Helga Abrahamsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

FNU var í dag á fundi í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, har ymiskt varð umrøtt við nýggja landsstýrismannin í umhvørvismálum Helga Abrahamsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-25 21:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Niðanfyri eru punkt sum FNU ynskir, at landsstýrismaðurin fær avgreitt sum skjótast:   

  • Minni útlát av vakstrarhúsgassum. Mælt verður til Lóg um skerjing av útláti av vakstrarhúsgassum. Svøríki og Noreg hava eina slíka klimalóg, meðan ein donsk verður væntandi liðug um ársskiftið. Lógin skal tryggja at myndugleikar og onnur arbeiða við at útinna málini, sum staðfest eru í París-sáttmálanum. 

  • Náttúruvernd. Galdandi náttúrufriðingarlóg er ov gomul og verður ikki brúkt í nóg stóran mun. Tørvur er á nýggjari lóg og náttúrufyrisiting.

  • Umhvørvisárinsmetingar. Aling skal vera fevnd av kravi um umhvørvisárinsmeting, áðrenn myndugleiki kann veita umhvørvisgóðkenning. Havnir skulu vera umhvørvisgóðkendar. Útlát av VHG skal harumframt lýsast í umhvøvisárinsmetingum, áðrenn politiskar avgerðir verða tiknar um størri verkætlanir, so sum flutningskervi og byggiverkætlanir. 

  • Føroyar taka undir við Århus-sáttmálanum. Sáttmálin er samtyktur í øllum okkara grannalondum og styrkir fólkaræðisligar mannagongdir, tá avgerðir verða tiknar.

  • Játtan til umhvørvi. Játtanin á fíggjarlógini til umhvørvisverndartiltøk hevur verið niðurraðfest síðan Agenda21 stovan varð niðurløgd í 2015. Henda játtan eigur at verða tikin fram aftur.

 
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder