Innanlands

FNU: Verjið lívmargfeldið – týnið garðaskøruna

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag skipar fyri Skørudøgum, har har felagið eggjar øllum at fara út í náttúruna at týna garðaskøruna

(Savnsmynd: Maria Gulklett)

(Savnsmynd: Maria Gulklett)

2024-07-10 17:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Vit kenna hana øll – skøran, sum ger okkum øran. Í minsta lagi seks sløg av skøru vaksa í Føroyum, men tað er einans garðaskøran (Alchemilla mollis), sum veksur alt ov væl og er nærum allastaðni - framvið vegum, áarbakkum, í bønum - ja, allastaðni har hon sleppur, tekur hon yvir. Øll hini skørusløgini eru vakrar upprunaplantur, men garðaskøran er ein innræsin planta, sum merkir, at øll hini plantusløgini mugu víkja undan henni.

Soleiðis skrivar Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU), sum hevur tikið stig til skørudagar, har felagið eggjar øllum at fara út í náttúruna at týna garðaskøruna.

– Innræsin plantusløg eru plantur, sum eru meira kappingarførar enn onnur plantusløg. Av tí sama eru tær kappingarneytar við okkara uppruna plantufjølbroytni og eru við til at skumpa onnur plantusløg burtur og taka yvir øki. Garðaskøran hevur fingið gott rótfesti um allar Føroyar, og vit síggja, at vernd av lívmargfeldinum ikki verður raðfest av øllum kommunum kring landið.

Næsti skørudagur verður sunnudagin 14. juli, og FNU heitir á øll um at fara í hernað móti garðaskøruni.

– Hevur tú sæð garðaskøruna breiða seg uttanfyri hjá tær ella í nærumhvørvinum? Samlið grannar, familju ella vinir og farið í hernað móti garðaskøruni!

Vegleiðing til týning og burturbeinan av garðaskøru sæst her.

FNU skipar eisini fyri kapping í sambandi við Skørudagar.

– Øll, sum luttaka og tagga FNU í stríðnum móti garðaskøruni, eru við í lutakastinum um trígggjar gávueskjur, sum eru samansettar av lekkrum føroyskum vørum frá m.a. Spírar og sporar, Bjarnastovu og Gómagott.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder