
Um tríggjar vikur verða dyrnar aftur latnar upp til FO Tatt Fest.
Tiltakið verður enn einaferð í Dansifrøi, og toymið gleðir seg ómetaliga nógv til at bjóða vælkomin til eitt vikuskifti við nógvari tatoveringalist, tónleiki og festligum upplivingum, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.
22 tatovørar úr øllum heiminum og ein piercari eru spent upp á at prýða føroyskar kroppar við vøkrum listaverkum, og til ber at lesa meira um tatovørarnar og teirra stílar við at vitja heimasíðuna tattfest.fo ella við at fylgja FO Tatt Fest á sosialu miðlunum @fotattfest.
FO Tatt Fest 2025 byrjar fríggjadagin 16. mai klokkan 14, heldur fram leygardagin 17. mai og endar sunnudagin 18. mai klokka 18. Vikuskiftispass geva eisini atgongd til stóru konsertina í OY leygarkvøldið við bólkunum Bloody Dice og KATLA. Konsertin verður hildin í samstarvi við OY. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.
FO Tatt Fest 2025 verður hildin við stuðli frá OY, Tórshavnar Kommunu og KT Húsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald