Læknamangul ger, at tað ikki longur er møguligt hjá grønlendskum kvinnum at føða børn á sjúkrahúsinum í Qaqortoq. Fram til fyrst í komandi ári, verða allar kvinnur, sum skulu føða, sendar til sjúkrahúsið í Nuuk.
Tað skrivar blaðið Sermitsiaq. Orsøkin er, at tað ikki er eydnast at menna skurdeildina á sjúkrahúsinum í Qaqortoq, sum tí verður skerd í vetur, hevur sjúkrahúsið boðað frá í tíðindaskrivi.
Mimi Karlsen, landsstýriskvinna við heilsumálum iðrar seg um støðuna.
- Vit eru noydd at laga okkum eftir støðuni, nú tað ikki eydnaðist at manna skurðdeildina. Hetta kemur at raka fleiri familjur, men tað er at týdningi at minnast til, at krøvini um læknafakliga tilbúgving er sett fyri at tryggja mammuna og barnið undir og eftir føðingina, sigur landsstýriskvinnan við Sermitsiaq.
Grønlendska heilsuverkið arbeiðir víðari við royndini at finna ein kirurg við neyðugum førleikum, so at føðingartilbúgvingin aftur verður til staðar á sjúkrahúsinum í Qarqortoq.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald