Í morgin, týsdagin 1. september flytir føðideildin inn í H-bygningin á Landssjúkrahúsinum.
Føðideildin hevur verið staðsett í A-bygninginum, sum lat upp í 1924 og fer nú at húsast í nýggjum umstøðum á H2.
Seingjardeildin flytur nú í nýggjar føðistovur og einastovur, í rúmligari hølir við nýggjari tøkni og umhvørvi, og hølir, sum eru lagað til tørvin hjá bæði starvsfólki og barnakonunum.
Hava fólk tørv á at tosa við vakthavandi ljósmóður eftir klokkan 10 týsdagin 1. september, skulu fólk framvegis ringja til sama nummar - 304500 - og biðja um vakthavandi ljósmóður. So verður tikið ímóti tykkum á H2, skrivar Landssjúkrahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald