
Hvørjar verða umhvørvissligu avleiðingarnar av, at Hellutangi í longri tíð liggur vesturi á Víkum, og hvussu verður syrgt fyri, at tær verða avmarkaðar.
Tað er ein av spurningunum, sum Ingilín D. Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur sett Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í umhvørvis- og vinnumálum, í einum grein 52 fyrispurningi.
Fóðurflakin hjá alifelagnum Hiddenfjord sleit í illveðri 5. apríl og rak á land, har hann hevur ligið síðani. Fleiri royndir hava verið gjørdar, men allar eru miseydnaðar. Ætlanin er nú at Hellutangi verður liggjandi fyri veturin.
- Áðrenn aliloyvið varð givið við umhvørvisgóðkenning vesturi á Víkum, heittu borgarar saman við Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag á Yvirfriðingarnevndina at friða alt økið vesturi á Víkum. Hetta er eitt øki, har Fjallavatn og økið uttan um vatnið longu er friðað. Tó høvdu felagið og borgararnir ikki rætt at verða hoyrd í málinum.
(Mynd: Sverri Egholm)
- Men aliloyvið varð givið við umhvørvisgóðkenning. Reglur eru í umhvørvisgóðkenningini um krøv, ið skulu lúkast, um óhapp er. Tó er onki krav um tilbúgvingarætlan, skrivar Ingilín D. Strøm í viðmerkingunum.
Retoriskt spyr tingkvinnan landsstýrismannin, um hann heldur, at økið vesturi á Víkum er væl egnað til aling, og eisini um ætlanir eru at tryggja at ein tilbúgvingarætlan fylgir við umhvørvisgóðkenningum til aling o.a. virksemi, ið kann hava avleiðingar fyri náttúruøkir.
Grein 52 fyrispurningar skulu svarast í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir at teir eru settir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald