2022-01-03 20:04

Tað er heilt nógvur vindur í kvøld, og tað merkist millum annað væl í Fuglafirði, har onkur skaði hevur verið.
Fuglafjarðar kommuna hevur fyri lítlari løtu síðani sent eina ávaring út til borgarar í Fuglafirði:
- Ein tekja hevur fingið skaða í Toftabønum. Fólk í Fuglafirði verða biðin um at halda seg innandura. Sløkkiliðið er á staðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald