Uttanlands

Fólk í Ísrael fáa nú seinnu koppsetingina

Ísrael hevur higartil koppsett 19,5 prosent av fólkinum, og tey fyrstu fingu seinna prikið í dag

Eitt heilsustarvsfólk í Tel Aviv fær her seinnu koppsetingina (Mynd: Reuters)

Eitt heilsustarvsfólk í Tel Aviv fær her seinnu koppsetingina (Mynd: Reuters)

2021-01-10 18:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Ísrael sær tað út til at ganga rættiliga væl at koppseta fyri covid-19. Tað gongur so skjótt, at tey fyrstu hava fingið seinna prikið í dag.

19. desember byrjaði Ísrael at koppseta heilsustarvsfólk og fólk yvir 60 ára aldur, og nú, tríggjar vikur seinni, standa fleiri til at fáa seinnu koppsetingina.

Sambært ísraelska heilsumálaráðnum er 19,5 prosent av ísraelska fólkinum nú koppsett, harav 72 prosent av íbúgvunum yvir 60 ár.

Í løtuni verða skamtarnir av koppingarevninum hjá Pfizer og BioNtech í Ísrael settir av til tey, sum skulu hava seinnu koppsetingina, men eldri fólk, sum enn ikki eru vorðin koppsett, sleppa framvegis framat at fáa fyrru koppsetingina.

Um miðjan mars roknar Ísrael við at hava koppsett fimm av teimum níggju mió. íbúgvunum í landinum.

Sambært tíðindastovuni Reuters gongur nógv skjótari hjá Ísrael at koppseta enn í nøkrum øðrum landi í heiminum. Á øðrum plássi eru Sameindu Arábisku Emiratini, sum higartil hava koppsett 10 prosent av íbúgvunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder