Í gjár, mikudagin 11. desember, gekk freistin út at skipa nýggja stjórn í Ísrael.
Sambært Ritzau eydnaðist tað ikki at fáa semju um eina stjórn, og tí skulu ísraelar aftur á val.
Valið, sum verður 2. mars, verður triðja valið innan eitt ár, og er hetta fyrstu ferð í søguni hjá Ísrael, at hetta hendir.
Seinasta valið var í september, og politisku flokkarnir høvdu inntil á midnátt í gjár at finna ein, sum kundi savna ein meiriluta í ísraelska tjóðartinginum, Knesset. Men sum kunnugt eydnaðist hetta ikki.
Í nátt samdust tjóðartingslimirnir so um at upploysa tingið og áseta nýggjan valdag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald