Borgarar í sjey kommunum í Norðurjútlandi hava fingið boð um ikki at ferðast út um kommunumark. Hetta hendir eftir, at danska stjórnin í gjár gav boð um at drepa allar minkar í landinum orsaka av koronusmittuni.
Staðfest er, at fleiri fólk eru smittað við koronuslag, ið er muterað í minkum og fyri at byrgja fyri, at minkar kunnu vera orsøk til at komandi vaksinur ikki fáa ætlaðan virknað, vórðu ógvusligu boðini um at drepa allar 12 milliónir minkarnar á teimum 1.137 minkagørðunum í Danmark.
Flest minkagarðar eru í Norðurjútlandi, og í dag hava borgarstjórarnir í seks teimum norðastu kommununum verið á fundi við Magnus Heunicke, heilsumálaráðharra, og Simon Kollerup, vinnumálaráðharra. Og boðini úr hesum fundi er ein áheitan á borgararnar um at halda seg innan fyri kommunumark.
Tað upplýsir borgarstjórin í Jammerbugt kommunu, Mogens Gade, fyri blaðnum Nordjyske.
Tær sjey kommunurnar eru Læsø, Frederikshavn, Hjørring, Brønderslev, Jammerbugt, Thisted og Vesthimmerland.
Enn er ikki alment komið fram neyvt hvørji herd tiltøk nú verða lýst fyri júst hesar kommunurnar.
12 fólk við tilknýti til minkagarðar í Norðurjútlandi eru smittað við serliga nýggja slagnum av korona, og Statens Serum Institut hevur staðfest, at hesi eru smittað frá minkum. Hetta er serliga álvsrsligt, tí hetta slagi av virus ikki so lætt kann basast av andevnum frá menniskjum, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald