Innanlands

Fólk koyra hóast blunkandi reyð ljós og bummar

Fyri at verja arbeiðsfólkið og tryggja arbeiðsplássið, verða bilførarar, sum ikki virða at tunnilin er stongdur, meldaðir til løgregluna

2018-11-22 14:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Tað vísir seg tíverri, at hóast bummar eru fyri og reyð ljós blunka, eru tað bilførarar sum ikki virða hetta, men koyra uttanum bummarnar. Vandastøður hava staðist av hesum, tá arbeiðsfólkið í tunlinum ikki vænta bilar at koma.

Hetta sigur Uni Danielsen, stjóri í tunnilsfelagnum, sum varðar av Vága- og Norðoyatunlinum.

- Fyri at verja arbeiðsfólkið og tryggja arbeiðsplássið, verða bilførarar, sum ikki virða at tunnilin er stongdur, meldaðir til løgregluna. Brot á hesa áseting kann sektast við bót og fleiri klipp í koyrikortið.

Tað er LM-Electric sum stendur fyri arbeiðnum, sum byrjaði fyri einum knøppum mánað síðani, og meðan arbeitt verður, er tunnilin stongdur.

Fyri ikki at órógva ferðsluna ov nógv, verður arbeitt um náttina millum kl. 22.00 til 06.00. Í hesum tíðarbili verður ferðslan leidd ígjøgnum kl. 23, 24, 02 og 04.

Annars verður sagt, at tíðarætlanin heldur, og fyrsti partur av ljósunum varð tendraður fyri viku síðan. Orsøkin til at ljósini verða skift er, at tað gerst torført at fáa eykalutir til gomlu ljósini, og at teringur er staðfestur. Nýggju ljósini eru LED-ljós sum gera tunnilin ljósari, men eru meira orkusparandi og krevja minni viðlíkahald.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder