Hægri lønir og minkandi inflatión. Tað eigur at merkjast hjá føroyingum.
Malan Johansen, landsbankastjóri, sigur við útvarpið, at inflatiónin er komin niður á 2,3 prosent, og at í 2023 fingu fleiri eina lønarhækking upp á fýra prosent. Lønarvøksturin í sáttmálumum fyri í ár liggur eisini um fýra prosent, og fellir inflatiónin enn meira, eigur tað at merkjast.
Samstundis er skattalætti samtyktur at vera í gildi frá 2024, so eisini tað eigur at gera, at føroyingar hava meira pengar um hendi.
Malan Johansen ger tó vart við, at tøkupeningurin, reallønin, ikki er líka nógvur sum áðrenn inflatiónin byrjaði at hækka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald