Innanlands

Fólk mugu loftast tíðliga

Tað er avgerandi at lofta fólki tíðliga og veita neyðuga hjálp fyri á tann hátt at fyribyrgja, at tey seinni nýta rúsevni, er fyribils niðurstøðan hjá flest øllum hoyringspørtum, sum arbeiðsbólkurin, ið skal gera heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum, hevur tosað við seinastu vikurnar – Heildarætlanin verður eftir ætlan løgd fram í summar

Mynd: lms.fo

Mynd: lms.fo

2021-03-26 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er avgerandi at lofta fólki tíðliga og veita neyðuga hjálp fyri á tann hátt at fyribyrgja, at tey seinni nýta rúsevni. Tað er ein fyribils niðurstøða hjá flest øllum hoyringspørtum, sum arbeiðsbólkurin, sum skal gera heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum, hevur tosað við seinastu vikurnar.

Bólkurin hevur havt eina rúgvu av hoyringsfundum við ymiskar partar, sum geva sítt íkast til heildarætlanina.

Arbeiðsbólkurin vil fevna breitt og hoyra sjónarmið frá nógvum ymsum pørtum. Eisini verður roynt at fáa umboð úr øllum landinum við á fundirnar.

Umframt at leggja dent á fyribyrging, hava hoyringspartarnir eisini víst á, hvussu týdningarmikið tað er, at ymisku skipanirnar arbeiða saman, soleiðis at fólk ikki detta niðurímillum, men vera loftaði. Fleiri hoyringspartar hava eisini havt á lofti, at tey meta, at tað hevur eina keðiliga ávirkan á rúsevnisnýtsluna í Føroyum, at so nógvir føroyskir fangar verða noyddir at sita dómin í Danmark, skrivar Løgmansskrivstovan.

Rúsevnisbólkurin fer í næstum á fund við m.a. Narkopoliti, TAKS, Kommunufelagið, Landsapotekaran, Kommunulæknaskipanin, foreldur at ungum við rúsevnistrupuleikum, fakfeløg, Vinnuhúsið, Kriminalforsorgina, Føroyskir Kriminologar, umboð fyri náttarlívið og taxaførarar og næmingaráð og ungdómshús ymsa staðni í landinum.

– Í slíkum arbeiði stremba vit eftir at fáa øll týðandi sjónarmið við. Fyri at byrgja fyri, at nøkur sjónarmið ikki verða hoyrd, hava vit gjørt okkum stóran ómak við at tosa við nógvar ymiskar partar. Tað er mín vón, at øll tey, ið vit koma á tal við, eru góð umboð fyri tí fakligu vitanina og breiðu sjónarmiðini, sum vit hava í Føroyum, sigur Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, forkvinna í arbeiðsbólkinum.

Eru onnur, sum vilja geva sítt íkast til heildarætlanina um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum, ber til at venda sær til: Gudrun Mortansdóttir Nolsøe ([email protected]), skrivar Løgmansskrivstovan.

Eftir ætlan verður heildarætlanin løgd fram í summar

Higartil hevur arbeiðsbólkurin  tosað við:

  • ÍSF
  • Barnabati
  • Náttarravnarnir
  • Barnaheimið,
  • Bú- og viðgerðarstovnarnir Stoffalág og Íslandsvegin
  • Megna títt Lív
  • ADHD Felagið
  • Sinnisbati
  • Fountain húsið
  • Barnaverndarstovan
  • SSP
  • Blái Krossur
  • Frælsi
  • Heilbrigdi
  • Psykiatriska Depilin
  • Barnapsykiatriin
  • Brámóttøkan
  • Gigni
  • Lærarafelagið
  • Skúlaleiðarafelagið
  • Undirvísingarstýrið
  • Sernám
  • Vinnuháskúlin
  • Glasir
  • Miðnám í Kambsdali
  • Miðnám í Vestmanna
  • Miðnám í Suðuroy
  • TSK í Klaksvík
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder