2022-01-01 15:22

Síðan klokkan átta í gjárkvøldið hava fólk, sum búgva undir Kongavarða á Argjum einki internetsamband havt.
Orsøkin er, at eldur er komin í ein kápilbrunn. Talan er um ein umfatandi skaða, sum helst fer at taka fleiri dagar at umvæla.
Hví eldur kom í er ikki heilt greitt, men tað kann vera fýrverk, sum er orsøkin, sigur stjórin í NET við Útvarpið seinnapartin.
Talan er um góðir 30 kundar, sum eru raktir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald