Eftir drúgt kanningararbeiði og ymisk ivamál er nú greitt, at borgarar í Hvalbiar kommunu og Tvøroyrar kommunu skulu á fólkaatkvøðu um ein mánaða.
Í Degi&Viku í gjárkvøldið varð staðfest, at fólkaatkvøða um kommunusamanlegging verður leygardagin 15. juni.
Fólkaatkvøðan verður skipað í samsvari við lógina um kommunuval, og støða skal takast til hendan spurningin:
- Tekur tú undir við, at Hvalbiar kommuna og Tvøroyrar kommuna leggja saman í eina kommunu til komandi kommunuval?
Kommunuval verður 12. november í ár. Tað kann gerast søguligt fyri norðasta part av Suðuroynni.
Sum skilst er ætlanin, at ellivu kommunustýrislimir skulu vera í nýggju kommununi. Tað er meiriluti í bæði Tvøroyrar kommunu og Hvalbiar kommunu fyri uppskotinum.
Arbeiðsbólkurin hugdi fyrst uppá at fáa alla Suðuroynna við. Skjótt varð greitt, at hetta ikki eydnaðist.
Fámjin var eina løtu partur av ætlanunum, men tveir kommunustýrislimir vóru ímóti at koyra uppskoti til fólkaatkvøðu í kommununi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald