Uttanlands

Fólkaatkvøða um fría fosturtøku kann ávirka val í USA

Umleið 60% av veljarunum í amerikanska statinum Kansas hava í eini fólkaatkvøðu vrakað uppskot um at herða møguleikan fyri fosturtøku.

2022-08-04 20:28 Author image
Jan Müller
placeholder

Greining: Hetta var fyrsta royndin at taka pulsin á amerikanarum um teirra støðu til fría fosturtøku eftir, at Hægstirættur fyri tveimum mánaðum síðani valdi at loyva einstøku statunum at banna fría fosturtøku. Úrslitið kemur sum ein bumba í annars harða fosturtøkukjakið í USA. Tí eftir avgerðina hjá Hægstarætti at ganga ímóti 50 ára siðmenning við fríari fosturtøku, hevur verið væntað, at alsamt fleiri statir fóru undir at samtykkja lógir, sum lutvíst ella heilt seta forboð fyri fosturtøku. Og í síðstu atløgu at fáa sett fullkommið bann fyri fosturtøku í øllum USA.

[object Object]

Fólkaatkvøðan í Kansas kann tí metast sum eitt avgerandi vegamót í kjalarvørrinum á Hægstarættardóminum, har annars varð roknað við, at meirilutin av veljarnunum í hesum annars konservativa reyða statinum fór at samtykkja eitt uppskot frá stjórnini í statinum at banna fosturtøku.

Tá avtornaði søgdu umleið 60% av veljarunum nei til uppskotið, sum harvið loyvir fosturtøku í hesum annars søguliga republikanska statinum. Umleið 40% atkvøddu fyri uppskotinum, tvs. ein munur uppá 20%, sum hevur fingið fosturtøku-viðhaldsfólk at halda  vónini livandi  um at kunna steðga royndunum hjá fleiri statum at seta fullkomið bann fyri fríari fosturtøku eftir, at Hægstirættur hevur latið dyrnar upp fyri hesum møguleika.  

[object Object]

Úrslitið av fólkaatkvøðuni í Kansas kemur eftir øllum at døma eisini illa við hjá Hægstarætti, sum jú hevur lóggivið fyri at loyva statunum aftur at seta bann fyri fosturtøku, hóast Hægstirættardómur í 1973 gav grønt ljós til fría fosturtøku - og vælvitandi, at stórur meiriluti av amerikanarum er ímóti at lóggeva móti fosturtøku. Úrslitið í Kansas kann tí møguliga tulkast sum ein ítøkilig staðfesting av, at ein stórur meiriluti av amerikanarum er ímóti at banna fosturtøku.

Kansas kann boyta miðvalini

Nú nærkast miðvalinum í USA í november verður dúgliga gitt, í hvønn mun úrslitið av fólkaatkvøðuni í Kansas kann fáa fyri komandi valið til Kongressina. Higartil hevur verið mett, at republikanski flokkurin fór at vinna aftur meirilutan í bæði Senatinum og Umboðsmannatinginum, eitt nú vegna vánaligu undirtøkuna Biden forseti fær. Roknað hevur verið við, at nógvir demokratiskir veljarar rætt og slætt als ikki fara á val, nú Biden als ikki hevur megnað at liva upp til tey vallyfti hann gav teimum. Tí hevur verið tikið sum givið, at republikanarar fóru at vinna meirilutan aftur.

Nú kundi okkurt bent á, at tað møguliga er við at verða vent í holini. Hóast búskapurin og inflatión uttan iva fara at vera eitt høvuðsevni í valstríðnum, og harvið geva demokratum, sum stýra ein dyggan frammaná, so meta fleiri eygleiðarar nú, at nógvir serliga yngri veljarar, her ikki minst kvinnur og eisini demokratar á vinstravonginum, eggjaðir av úrslitinum av fólkaatkvøðuni í Kansas, fara á val kortini. Tað kann møguliga koma at gera ein mun í fleiri statum og harvið møguliga vera við til at forða fyri, at republikanarar fáa aftur valdið í Kongressini.

Tað, sum serstakliga fær eygleiðarar at halda, at úrslitið í Kansas kann fáa týdning fyri miðvalinum um tríggjar mánaðir, er stóra valluttøkan til fólkaatkvøðuna. Hóast her ikki var talan um eitt veruligt val, so luttóku ikki  færri enn 900.000 veljarar  og verður tað mett at siga nakað ítøkiligt um, at nógvir demokratar, sum annars helst fóru at halda seg heima valdagin 8. november, við at fara á val kortini,  nú síggja ein møguleika fyri í hvussu er fáa fosturtøkumálið aftur á dagsskránna.

[object Object]

Trump kann skaða møguleikan hjá republikanrum at vinna miðvalini

Um sama mundið fara fram innanhýsis uppstillingarval í ymsu statunum. Øll eygu eru serliga vend móti, hvørjir persónar verða valdir at umboða republikanska flokkin til komandi Kongressvalið, nú fyrrverandi forsetin Donald Trump roynir at gera sína ávirkan galdandi. Í fleiri førum sæst, at valevni, sum Trump hevur stuðlað, verða vald. Hetta meta demokratar kann gerast ein fyrimunur fyri teirra valevni, tí tann sannroynd, at Trump stuðlað valevni verða uppstillað, kann vera við til at fáa fleiri demokratar á val.

Nakað vit minnast aftur frá seinasta forsetavali, tá sigurin hjá Biden av mongum varð hildin stava frá "Trump-effektini", tvs. at veljarar fóru á val, tí teir ynsktu ikki ein Trump afturvaldan. Tað sama kann gera seg galdandi við komandi miðvalið. 

Republikanski flokkurin er annars í tvíningum, tá tað ræður um Donald Trump og hansara royndir framhaldandi at vera virkin í amerikonskum politikki.  Partur av flokkinum, tað eru stuðlarnir hjá Trump, vil hava Trump at boða frá, at hann fer at stilla uppaftur til forsetavalið í 2024. Men størri parturin ber ótta fyri, at ein útmeldan frá Trump innan miðvalið, at hann fer at stilla uppaftur til komandi forsetaval,  kann geva flokkinum stórar trupulleikar, tí tað kann fáa bæði demokratar og uttanveltaðar veljarar at reisast úr sofunum og fara á val 8. november.

[object Object]

Leiðslan í republikanska flokkinum veit av royndum, at ein ov virkin Trump sjálvur ella gjøgnum sín stuðul til valevni, kann vera sera óheppin fyri flokkin. Við Trump á odda tapti flokkurin nevniliga seinasta forsetaval og valdið í bæði Senatinum og Umboðsmannatinginum við valið í 2020. Henda gongdin kann endurtaka seg, um Trump verður alt ov sjónligur í valstríðnum.

Higartil hevur Donald Trump bara givið hissini og óítøkilig boð, sum kunnu tulkast sum at hann møguliga fer at stilla uppaftur.

Fyri Trump sjálvan verður eisini mett, at hann fegin vil boða frá sum skjótast, at hann ætlar at stilla upp í 2024 fyri harvið at kunna  forða øðrum republikanarum at stilla upp ímóti honum. Longu nú eru ábendingar um, at guvernørurin í Florida, DeSantes er sinnaður til at stilla upp og okkurt bendir á, at hann fer at  stóra undirtøku til eina komandi uppstillan.  

Aftrat øllum hesum óvissunum spøkir so eisini ein møgulig komandi avgerð hjá løgmálaráðharranum Merric Garland at stevna Trump fyri rættin fyri hansara luttøku í álopinum á Kongressina eins og lygnini um, at valið varð stolið frá honum.


Keldur: BBC, Politiken, NRK, Washington Post, New York Times, CNN, MSNBC, Fox News, Wall Street Journal.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder