Innanlands

Veljarakanning: Fólkaflokkurin buldrar fram

Stendur nú til at varðveita tingfólkatalið. Javnaðarflokkurin verður tó størsti vinnarin og Sambandsflokkurin stóru taparin vísir nýggjasta veljarakanningin sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-12-06 13:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólkaflokkurin buldrar fram í veljarakanningunum fyri tíðina. Heldur henda framgongd á, so sær út til, at Fólkaflokkurin ikki fer at uppliva ta afturgongd í mun til seinasta val, sum spátt hevur verið frammanundan.

Nýggjasta veljarakanning hjá Spyr.fo varð gjørd í gjárkvøldið, tá Spyr.fo vegna Portalin spurdi 800 veljarar um hvat tey fóru at velja til løgtingsvalið.

Úrslitið av kanningini er – enn sum áður – at sitandi samgongan missir meirilutan til andstøðuna.

Og at Javnaðarflokkurin gerst størstur.

Fólkaflokkurin vunnið á kreppuni

Men tað helst mest óvæntaða við hesi kanningini er, at tað framhaldandi gongur framá hjá Fólkaflokkinum.

Fyri minni enn einum mánaði síðani vísti ein kanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið, at Fólkaflokkurin nærkaðist 12 prosentum, og bert fekk fýra fólk vald á ting.

Nýggjasta kanning vísir, at Fólkaflokkurin nú er næststørstur við 23,2 prosentum av atkvøðunum. Hetta er bert 1,4 prosentstig verri enn úrslitið í 2019, tá flokkurin gjørdist nógv størstur. Og gerst hetta úrslitið, so varðveitir Fólkaflokkurin sínar átta sessir á Føroya Løgtingi.

Harvið bendir alt á, at Fólkaflokkurin nú er komin yvir djúpu kreppuna, sum uppstóð í flokkinum undan jólum í fjør.

Javnaðurin er vinnarin

Vinnarin í veljarakanningini er tó framvegis Javnaðarflokkurin, sum stendur til at fáa 26,8 prosent av atkvøðunum, og verður umboðaður av níggju tingfólkum. Framtongdin í mun til seinasta val er 4,7 prosentstig og tvey fólk fleir á ting.

Tjóðveldi stendur nú til at varðveita síni seks umboð á tingi. Flokkurin stendur í kanningini til at fáa 17,9 prosent av atkvøðunum, sum er nærum tað sama sum á valinum seinast – ein afturgongd á 0,3 prosentstig.

Sambandið stóri taparin

Stóru taparin á løgtingsvalinum sær út til at vera løgmansflokkurin, Sambandsflokkurin.

Sambandsflokkurin stendur til at gerast fjórstørstur á tingi við 15,8 prosentum og fimm tingfólkum, sum er eitt færri enn í løtuni. Í prosentum er talan um eina afturgongd á heili 4,5 prosentstig.

Framsókn fær trý umboð – Sjálvstýri onki

Framsókn stendur í nýggjastu veljarakanningini at ganga heili 2,4 prosentstig fram í mun til seinasta val, og við 7 prosentum av øllum atkvøðunum, stendur flokkurin eisini til at fáa triðja tinglimin valdan.

Við 6,5 prosentum av atkvøðunum, megnar Miðflokkurin ikki at fáa fleiri enn tey núverandi tvey umboðini á tingi, hóast talan er um eina framgongd á 1,1 prosentstig í mun til seinasta val.

Heldur ikki í hesari kanningini stendur Sjálvstýri til at fáa umboð valt á ting. Nýggjasta spyr.fo-kanningin gevur Sjálvstýri 2,8 prosent, sum er 0,6 prosentstig færri enn á seinasta vali.

Kanningin varð gjørd seinnapartin mánadagin, og tá vóru tað framvegis 7,8 prosent av teimum spurdu, sum søgdu seg ikki vita hvar tey fóru at seta krossin. 1,1 prosent svaraðu at tey fóru at atkvøða blankt, og eisini vóru tað 1,1 prosent, sum søgdu seg ikki fara á val.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder