Tað gongur av álvara framá við undirtøkuni til Fólkaflokkin. Nýggjasta veljarakanningin hjá Portalinum og Blaðnum Vikuskifti vísir, at flokkurin nú er 10 prosentstig størri enn á valinum í desember 2022. Tað svarar til eina framgongd á heili 52 prosent.
Í mun til seinastu Spyr-kanning hjá Blaðnum, ið varð gjørd í mai mánaði, gongur Fólkaflokkurin fram við 2,3 prosentstigum, svarandi til vøkstur á næstan 9 prosent.
Tey 28,8 prosentini, sum flokkurin fær í kanningini, sum varð gjørd mikukvøldið, gevur Fólkaflokkinum 10 sessir á tingi um løgtingsval var nú. Í løtuni hevur flokkurin seks sessir í løgtinginum.
Hetta er tó ikki tann størsta undirtøkan, sum Fólkaflokkurin hevur fingið í veljarakanningum síðan seinasta val. Í kanningini, sum varð gjørd í november í fjør, fekk flokkurin 29,5 prosent, sum eisini gav 10 tingsessir.
Við núverandi undirtøku kunnu teir báðir stóru borgarligu flokkarnir skipa samgongu tveireinir, enntá við eini marginu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald