Innanlands

Fólkaflokkurin eigur Klaksvíkina

Ungi bróðursonur løgmans á fólkaflokslistanum fekk nógv flest persónligar atkvøður

Beinir Johannesen

Beinir Johannesen

2019-08-31 23:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólkaflokkurin fekk eitt óvanliga gott val í Klaksvík hesaferð. 47,3 prosent av klaksvíkingunum settu kross við lista A og tað er ikki minni enn 555 atkvøður fleiri enn seinast, svarandi til eina framgongd á næstan 15 prosentstig.

Og tað er 22 ára gamli býráðslimurin Beinir Johannesen, sum gjørdist stóri sigursharrin við 571 persónligum atkvøðum, rættiliga nógv fleiri enn tey bæði, sum umboða Fólkaflokkin á tingi nú, Jákup Mikkelsen, sum fekk 375 persónligar atkvøður og Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, sum fekk 317 persónligar atkvøður.

Beinir Johannesen er bróðursonur løgmans, Aksel V. Johannesen, sum fekk 240 persónligar atkvøður á Javnaðarlistanum.

Á sambandslistanum fekk stjórin fyri lokalu sleipistøðina, Frimodt Rasmussen eitt gott val við 359 persónligum atkvøðum.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og formaður Sjálvstýris, fekk ikki eitt gott val í heimbýnum. Hann fekk 138 persónligar atkvøður, sum er 86 færri enn seinast.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder