Fólkaflokkurin fundast enn

Flokkurin kann fara í tvíningar

Beinir Johannesen er eitt boð sum nýggjur formaður í Fólkaflokkinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Beinir Johannesen er eitt boð sum nýggjur formaður í Fólkaflokkinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-11-10 18:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kreppa er í Fólkaflokkinum. Løgmaður útskrivaði í gjár val, og formaðurin síðani í vár, Christian Andreasen, legði í morgun frá sær, og stillar ikki uppaftur.

Í hesi løtu situr floksleiðslan á Hotel Brandan og tingast um, hvat skal gerast víðari. Eitt er hvat skal gerast í valstríðnum, og hin spurningurin er hvussu víðari skal farast fram.

Fólkaflokkurin fekk ein frammaná á fólkatingsvalinum, og veljarakanningarnar til løgtingsvalið spáa heldur ikki eitt gott úrslit.

Flokkurin er býttur í tveir bólkar. Ein liberalan vong við Christiani Andreasen, Anniku Olsen, Sólvit Nolsøe og øðrum, og á konservativa vonginum eru eitt nú Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur.

Útvarpið visti fyri løtu síðani at siga, at Heðin Zachariassen ikki stillar upp til næsta løgtingsval. Hann verður mettur at hoyra til liberala vongin. 

Ein, sum heldur ikki stillar upp og gevst í politikki, er Jógvan á Lakjuni, men hetta varð boðað frá áðrenn hendan støðan uppstóð.

Ilt er at siga, hvør nýggjur formaður verður í flokkinum, men Beinir Johannesen er eitt boð. Hann er tingbólkaformaður, og stillaði upp til formann, tá formansval var í vár, men við fáum atkvøðum vann Christian Andreasen.

Floksleiðslufundurin byrjaði klokkan 17.

Floksleiðslan er sett saman av tingbólkinum, landsstýrismonnum floksins og formonnunum fyri limafeløgini. Harumframt velur hvørt limafelag árliga eitt umboðsfólk afturat í floksleiðsluna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder