![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Fólkaflokkurin, sum í dag situr við leiðsluni og borgarstjóranum í Tórshavnar býráð, er nú klárur við valevnislistanum til kommunuvalið 10. november.
Annika Olsen, borgarstjóri, og Bogi Andreasen, sum umboða Fólkaflokkin í sitandi býráð, eru bæði við á listanum. Sama er fyrrverandi borgarstjórin, Jan Christiansen, sum ikki hevur fingið afturval seinastu tvey býráðsvalini. Hinvegin er Sjúrður Olsen, fyrrverandi býráðslimur, ikki við á listanum.
Bert fýra av teimum 12 á listanum hava stillað upp til býráðsval áður.
Tey sum umboða Fólkaflokkin til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu eru hesi:
Annika Olsen, borgarstjóri, Tórshavn
Birgir Nielsen, vinnulívsmaður, Tórshavn
Bogi Andreasen, býráðslimur, Tórshavn
Dánial Hansen, fiskasølumaður, Hoyvík
Erling Mørkøre, lesandi, Tórshavn
Hans Martin Hansen, keypmaður, Nólsoy
Jan Christiansen, skúlastjóri, Hoyvík
Kristian M. Skála, vinnulívsmaður, Argir
Michel Nielsen, sjálvstøðug vinnurekandi, Tórshavn
Oddbjørg Højgaard, vinnulívskvinna, Tórshavn
Rói B. Poulsen, sølustjóri, Tórshavn
Rói Snorrason, søluleiðari, Hoyvík
Meira á lesarin.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald