Fólkaflokkurin kunngerð í dag, at hann hevur ein familjupakka kláran at leggja fyri løgtingið. Pakkin inniheldur fleiri uppskot, sum hava til endamáls at gera tað tryggari, lættari og betri at vera familja í Føroyum, skrivar Fólkaflokkurin í tíðindaskrivi.
Flokkurin fer í næsum at bera uppskotini í løgtingið.
- Vit hava seinastu árini sæð eina keðiliga í gongd í føroyska samfelagnum. Færri børn verða fødd, og fleiri ung fara av landinum. Orsøkirnar til hesa gongd eru helst samansettar. Tó má politiski myndugleikin altíð gera sítt til at basa hesum.
- Hóast vit sita í andstøðu, so vilja vit vísa á loysnir, ið skulu gera tað lættari hjá familjum at búgva her. Góðar loysnir, ið ikki eru veruleikafjarar, skrivar Fólkaflokkurin.
Fólkaflokkurin óttast fyri, at tað gerst ein stór haldførisavbjóðing fyri samfelagið, um verandi gongd heldur fram.
- Tryggar familjur eru grundvøllurin undir einum sterkum samfelag. Tí er neyðugt, at samfelagið verður meira familjuvinarligt. Vit ynskja at geva familjunum størri frælsi yvir tíðini, pengunum og møguleikunum. Somuleiðis skal tað bera til hjá barnafamiljum at seta føtur undir egið borð.
Meira um pakkan hjá Fólkaflokkinum her
Familjupakkin hjá Fólkaflokkurin fevnir um fýra økir:
Viðvíkjandi skatti, mælir flokkurin til at barnafrádrátturin fyri tvey tey fyrstu børnini verður 8.000 krónur og 11.000 krónur fyri tey fylgjandi umframt 4.000 fyri børn undr skúlaaldri. At mørkini skattaskipanin verður dagførd á hvørjum ári, so tey fylgja lønar- og prísvøkstrinum. At botnfrádrátturin hjá kommununum verður hækkaður.
Viðvíkjandi bústøðum mælir flokkurin til, at fólk, heldur enn rentuafturbering, fáa MVG-afturbering. At loyva fólki at brúka egna pensjónsuppsparing sum eginfígging við húsabygging. At geva sethúsaeigarum møguleika at leiga út skattafrítt upp til 100.000 krónur.
Viðvíkjandi barsil og ansing hevur flokkurin fleiri uppskot til at betra um barsilsskipanina, eitt nú at hámarksgjaldið skal fylgja lønarvøkstrinum. Eisini er uppskot um at skipa barnaansingina, so at hon eisini hóskar til foreldur, sum arbeiða ‘skeivar arbeiðstíðir’.
Og viðvíkjandi útbúgvingarviðurskiftum mælir Fólkaflokkurin til at hækka barnastudningin fyri fólk, ið eru lesandi og at stuðla uppundir, at bæði tað almenna og privata byggja fleiri lestraríbúðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald