
Støðan í Fólkaflokkinum sæst enn einaferð aftur í einari veljarakanning. Hesaferð er tað Miðlahúsið, sum hevur latið gjørt eina Spyr.fo-kanning, har veljarar vóru spurdir um hvønn flokk teir høvdu valt, um val var í dag.
Kanningin, sum er gjørd í gjár vísir, at Fólkaflokkurin bara hevði fingið 13,3 prosent av atkvøðunum í mun til 24,5 prosent á seinasta løgtingsvali. Tað er ein afturgongd upp á 11,3 prosent stig, og hevði givið Fólkaflokkinum fýra tingsessir í mun til átta á valinum seinast.
Hetta er eisini ein afturgongd í mun til seinastu veljarakanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin 21. desember, tá Fólkaflokkurin fekk 15,2 prosent av atkvøðunum og fimm tingsessir.
Hin samgonguflokkurin, Sambandsflokkurin hevur eisini eina afturgongd í nýggjastu kanningini, og hevði fingið 16,3 prosent av atkvøðunum. Tað gevur flokkinum fimm tingsessir í mun til sjey, sum flokkurin fekk á seinasta løgtingsvali.
Javnaðarflokkurin er sum vanligt - kundu vit sagt í mun til veljarakanningar - vinnarin. Flokkurin fær 32,1 prosent sum hevði givið 11 tingsessir. Tað er ein framgongd upp á 10 prosentstig í mun til vali.
Í kanningini gongur Tjóðveldi nógv fram, og hevði fingið sjey tingsessir um val var í dag. Flokkurin hevði fingið 20,1 prosent og tað er ein framgongd upp á 2 prosentstig.
Gyltir dagar í Framsókn
Framsókn hevur eftir øllum at døma gyltar dagar nú tað leikar á í Fólkaflokkinum, og kanningin vísir at Framsókn hevði farið úr tveimum og upp á tríggjar tingsessir um val var í dag. Framsókn fekk á 4,6 prosent av atkvøðunum í dag, men hevði nú farið upp á 9,9 prosent sambært spyr.fo.
Miðflokkurin hevði varðveitt sínar báðar tingsessir og Sjálvstýri hevði eisini varðveitt sín tingsess.
Nýggjasta veljarakanningin sæst á In.fo her
Barometrið: Her sært tú allar veljarakanningar, sum Portalurin hevur lætið gjørt síðani valið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald