
Tað gongur einki serligt hjá Fólkaflokkinum. Fólk rýma í hópatali úr flokkinum, sum í gjár fekk nýggjan formann.
Nú er tað Havnar Framburðsfelag, sum er farið í sor. Øll nevndin í valfelagnum hjá Fólkaflokkinum í Havn, hevur valt at leggja frá sær.
Tað váttar Rói B. Poulsen, nú fyrrverandi formaður í Havnar Framburðsfelag, fyri útvarpinum.
Hvat nú skal henda er upp til onnur at gera av, sigur hann við útvarpið.
Í nevndini í Havnar Framburðsfelag eru Rói B. Poulsen, Regin W. Dalsgaard, Helgi D. Michelsen og Birgir Nielsen.
Fyrr í dag boðaði formaðurin í ungmannafelagnum, Erling Mørkøre, at hann legði frá sær, orsakað av rokinum rundan um flokkin.
Floksleiðslan valdi annars í gjárkvøldið einmælt at seta Beinir Johannesen sum nýggjan formann í flokkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald