Núverandi andstøðan fær 59,5 prosent av atkvøðunum, um val var í dag, svarandi til 20 tinglimir, vísir veljarakanningin sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin og Blaðið Vikuskifti hóskvøldið.
Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin einsamallir standa fyri 53,7 prosentum og 18 tinglimum.
![]()
Veljarakanningin gevur Fólkaflokkinum 29,5 prosent, sum er ein framgongd á 10,6 prosentstig í mun til valið í desember 2022, tá Fólkaflokkurin varð triðstørstur. Við hesi undirtøku hevði flokkurin gingið fram við fýra tingsessum í mun til nú – úr 6 upp í 10 tingfólk.
Sambandsflokkurin fær nú undirtøku frá 24,2 prosentum, ein framgongd á 4,2 prosentstig, og 8 tinglimir – ein fleiri enn nú.
(Mynd: Sverri Egholm)
Javnaðarflokkurin er triðstørstur í kanningini. Hann gongur aftur við 8,4 prosentstigum og fær nú 18,2 prosent. Tjóðveldi gongur aftur við 3,4 prosentstigum til 14,3 prosent.
Hesir báðir berandi stjórnarflokkarnir í løtuni standa harvið til at fáa ávikavist 6 og 5 sessir í løgtinginum. Javnaðarflokkurin stendur til at missa tríggjar og Tjóðveldi ein tingsess. Eisini triði samgonguflokkurin, Framsókn, stendur til at missa ein tingsess.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald