Innanlands

Fólkaflokkurin skal velja nýggj fólk í nevndirnar

Annika Olsen og Brandur Sandoy eru farin úr tinginum, og skal Fólkaflokkurin sostatt fylla nakrar tómar nevndarsessir

(Savnsmynd: KVF)

(Savnsmynd: KVF)

2022-01-17 14:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú fyrrverandi landsstýrisfólkini Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard eru farin aftur í løgtingið, og varafólkini, Annika Olsen og Brandur Sandoy eru farin úr tinginum, skal Fólkaflokkurin fylla nakrar tómar nevndarsessir, skrivar Kringvarpið.

Annika Olsen og Brandur Sandoy vóru bæði í Uttanlandsnevndini. Brandur Sandoy var eisini varalimur í Fíggjarnevndini, og Annika Olsen var eisini í Trivnaðarnevndini og Mentanarnevndini, umframt at hon var varalimur í Útnorðurráðnum.

Fyrsti tingfundur í hesum árinum verður týsdagin 25. januar klokkan 13.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder