Innanlands

Fólkaflokkurin: Skal vera møguligt at atkvøða talgilt

– Tað er av stórum týdningi, at allir veljarar hava møguleika at luttaka í fólkaræðinum, siga tinglimirnir hjá Fólkaflokkinum, sum hava lagt fram uppskot til samtyktar um møguleikana t atkvøða talgilt

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-01-24 14:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Talgilda menningin av samfelagnum í flest øllum lutum seinastu árini ber í sær, at flestu persónligu viðurskifti kunnu avgreiðast á netinum, og stórar íløgur eru gjørdar í, at hetta kann fara fram á einum tryggum grundarlagi, siga tinglimirnir hjá Fólkaflokkinum, sum hava lagt fram uppskot til samtyktar um at gera tað møguligt at atkvøða talgilt, tá val verður í Føroyum.

– Ein stórur partur av arbeiðarafjøldini hevur starvsstað á sjónum og uttanlands, og tá val til Løgtingið verður skrivað út í úrtíð, er vandi fyri, at hesi ikki fáa greitt atkvøðu, vísir Fólkaflokkurin á.

Fólkaflokkurin heldur, at tað eigur at bera til at atkvøða talgilt, og nevnir m.a., at nærum allir føroyingar longu brúka Samleikan m.a. til viðkvæmar upplýsingar, so sum bankaflytingar, og tinglýsingar.

– Tað er av stórum týdningi, at allir veljarar hava møguleika at luttaka í fólkaræðinum, men umstøðurnar kunnu laga seg soleiðis, at sjófólk og onnur ikki í verki hava møguleikan at ávirka, hvørja kós samfelagið, sum tey búgva og rinda skatt í, skal hava frameftir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder