Innanlands

Fólkaflokkurin skelkaður

Nú verður arbeitt við, hvat skal gerast áðrenn triðju viðgerð

Fundarvirksemið er byrjað innast í løgtinginum har miðlarnir ikki hava atgongd (Mynd: Sverri Egholm)

Fundarvirksemið er byrjað innast í løgtinginum har miðlarnir ikki hava atgongd (Mynd: Sverri Egholm)

2021-12-13 16:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað kom eftir øllum at døma sum ein skelkur fyri ting- og landsstýrismanningina hjá Fólkaflokkinum, at uppskotini um sammóðirskap vórðu samtykt á tingi í dag.

Tað var atkvøðan hjá Anniku Olsen, sum varð tann 17. og avgerandi.

Eitt av málunum var uppskot til samtyktar, og var sostatt endaliga avgreitt í dag. Tað er eitt uppskot um at heita á landsstýrið um at gera neyðugar broytingar í rættargangslógini.

Hini bæði málini eru lógaruppskot, og skulu tí hava eina triðju og endaliga viðgerð, væntandi seinni í vikuni.

Spurningurin er, um samgongan kann gera nakað, sum kann broyta støðuna áðrenn málið kemur til triðju viðgerð í tinginum.

Ein møguleiki er, at landsstýrisfólkini taka løgtingssessir sínar aftur.

Beinanvegin eftir tingfundin í dag, meðan Annika Olsen tosaði við miðlarnar úti í forhøllini, fóru umboð fyri samgonguflokkarnar til viks fyri at fundast um støðuna.

Í krókunum í løgtinginum varð tosað um, at Fólkaflokkurin hevur møguleikan at tvey av landsstýrisfólkunum fara aftur í tingið, sum so ger, at annað og triðja eykafólkið hjá flokkinum mugu víkja.

Tey trý fólkafloksumboðini, sum sita í tinginum nú fyri landsstýrislimirnar, eru hesi í raðfylgju: Heðin Zachariassen, Annika Olsen og Brandur Sandoy.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder